UM WAUW

WAUW er ein hárfríðkanarstova, ið liggur inni í Miðlon á Hoyvíksvegið 67.

Vit leggja stóran dent á at veita tí bestu tænastuna, fylgja við rákinum, dagføra okkum allatíð, soleiðis tú altíð ert við uppá tað nýggjasta nýggja.

HETTA ERU VIT

Ásla Breyt Danielsen

Stjóri og frisør

Í barsil í løtuni.
Útbúgvin hárfríðkari við nógvum royndum. Við tveimum yvirbygnaðum – ein hjá heimskenda Sassoon Academy, sum er kent fyri teirra dygdir innan klippingar og hin sum Master Color serfrøðingur hja Wella.

Jensa Askildsen

Frisør

Útbúgvin hárfríðkari við nógvari vitan og evnum innan økið. Serliga góð evni til at fáast við Damuklippingar, klassiskar harraklippingar og natúrligar balayage/strípu viðgerðir, umframt ísetan av exstentions.

Vár Edvardsdóttir

Frisørnæmingur á 4 árið

Vár letur 10% av serlitingum og permanent.

Liggur væl fyri at klippa mannfólka hár v/fade, damum við lobgum hárið, pagu, allar litviðgerðir, s.s. strípa, balayage scandi hairline, heilt bleikja osfv.

Tá tað verður latið prosentir av viðgerðini, so verur einki endurgjald givið um okkurt er. Eins og tá man keypur eina vøru á útsølu sum ikki kann latast inn aftur.






Durita K. Danielsen

Frisør

Útbúgvin hárfríðkari við góðum evnum at baði lita og klippa. Durita er snøgg, serliga til uppfrískan av litingum, harraklipp. Í løtuni er hon ígongd við at útbúgva seg sum makeup artist.


Bjarta Lutzen

Frisør


Útbúgvin hárfríðkari, við drúgvum royndum og við tveimum yvirbygnaðum sum barber og exstentionist.