1. Brúðarhár
Brúðarhár fellur okkum sum list og vilja vit stremba eftir tínum dreymahárið við nærlagni og kreativitetið
2. Samband
Er dagsetingin til stóra dagin funnin, so kanst tú seta teg í samband við okkum á tlf: 222888, vit hjálpa tær fegnar.
3. Stað
Kundi tú hugsa tær at vit komu heim til tín, so kann tað væl lata seg gera, eins og at vit kunnu vera á hátfríðkunnarstovni.
Hetta eru vit

Ásla hevur drúgvar royndir í kreativa mótaheiminum og tað fellur henni natúrligt at gera brúðarhár. Tveir tímar verða settir av til fríðkan av hári, sum samstundis er ein løta, ið er friðsæl og hugnalig.

Jensa er útbúgvin hárfríðkari og samlar sær enn erfaring innan brúðarhár. Við dygd og nærlagni ferð hon hugalig og evnarík til verka og tryggjar hon sær at tú følir teg væl og hoyrda, soleiðis at tit røkka tínum dreyma hárið á stóra og minnisríka degnum.

Durita er útbúgving hárfríðkari og hevur hon eitt gott eyga fyri uppsetan og makeup.
Tað kann tykjast nervapirrandi og leggja eitt ávíst trýst á, at gera brúðarhár, men Durita hevur verði opin fyri at pynta brúðrar síðani hon kom í læru. Hetta hevur givið henni góðar royndir, sum hon nú berur við sær á síni yrkisleið.

Vár er næmingur á annað árið, hon er ung, men evnarík og í fullum spíra. Áhugin drívur verkið, tí henni dámar sera væl at leggja makeup og fáast við lættar uppsetanir og hevur hon eitt sera gott eyga fyri hesum. Vit fjala ikki evnin burtur hjá okkara ungu blómum, ið eru í læru og hesum kanst tú gera tær dælt av.