UM WAUW

WAUW er ein hárfríðkanarstova, ið liggur inni í Miðlon á Hoyvíksvegið 67.

Vit leggja stóran dent á at veita tí bestu tænastuna, fylgja við rákinum, dagføra okkum allatíð, soleiðis tú altíð ert við uppá tað nýggjasta nýggja.

HETTA ERU VIT

Ásla Breyt Danielsen

Stjóri og frisør

Útbúgvin hárfríðkari við nógvum royndum. Við tveimum yvirbygnaðum – ein hjá heimskenda Sassoon Academy, sum er kent fyri teirra dygdir innan klippingar og hin sum Master Color serfrøðingur hja Wella.

Bjarta Lutzen

Frisør

Útbúgvin hárfríðkari, við drúgvum royndum og við tveimum yvirbygnaðum sum barber og exstentionist.

Lisa Niclasen

Frisør

Útbúgvin hárfríðkari við nógvari vitan og evnum innan yrkið.


Jensa Askildsen

Frisør

Ný utbúgvin hárfríðkari við nógvari vitan og evnum innan økið. Serliga góð evni til at fáast við Damuklippingar, klassiskar harraklippingar og natúrligar balayage og strípu viðgerðir.

Durita K. Danielsen

Frisør næmingur á 4 árið

Liggur væl fyri at gera alskyns litingar og klippingar, tí á fjórða árið verur fín pussa um lærdómin og fyrireika til at fara upp í sveinaroynd.
Fjórða árs næmingar lata 10% av øllum viðgerðum.


Sissal Samuelsen

Neglateknikari

Hevur skeið innan Gele forleingilsi, Shellac, Pedicure, og Manicure.
Her slær kreativiteturin ikki feil og elskar hon eina góða útfordring við mynstrum, litum og øðrum, og plaga hesar uppgávurnar at vera loystar til UG.

Vár Edvardsdóttir

Frisørnæmingur á 2 árið

Vár letur 20% av klippingum.
Her liggur væl fyri at klippa harrum, klippa endar og lættar hæddur hjá konumfólkið, lita/rætta brýr og einsfarvaðar litingar, so sum lita botn, tóningar osfv.

Tá tað verður latið prosentir av viðgerðini, so verur einki endurgjald givið um okkurt er. Eins og tá man keypur eina vøru á útsølu sum ikki kann latast inn aftur.