MASQUE FOR BEAUTIFUL COLOR
kr.395.00
Gevur nýtt lív og glans til títt hár, við hágóðsku tilfari. Hetta verjir hárið frá UV ljósi, ríkar tín natúrliga hárlit og viðlíkaheldur títt hár.
2 á goymslu
Vørulýsing
NÝTSLUHÁTTUR
- Aftaná tú hevur vaskað hárið við sjampo, massera hetta inn í hárið og lat tað sita í 5 til 10 minuttir. Um tú ynskir at lata tað sita longri, kanst tú eisini tað. Reinsa.
FYRIMUNIR
- Styrkir tín hárlit
- Nokk av heimsins bestu viðlíkahalds-kurum til litað hár
- Heldur hárið í bestu góðsku
INNIHALD
Oribe Signature Complex (Vatnmelón, litchi og edelveiss blóma) verjir hárið frá oxidativum stressi, aldrandi útsjónd og versnan av natúrligum keratin, samstundis sum tað verjir hárið fyri uppturkandi, skaðiligum evnum.
Bioflavonoid er sera fruktar- og heilsugott. Verjir hárlitin frá at fána og at avlitast.
Phytoceramid veitir litstyrkjandi verju og geva hár-cortex mjúkleika, sum eisini styrkir um hin natúrliga glansin.
Feitt úr villari mangofrukt veitir bio-viðlíkahaldandi eginleikar. Serstakliga gott fyri at geva litaðum hári meir føðslu.
Hydrolyserað ertra protein styrkir illa viðfarið hár og verjir yvirflatuna á hárskaftinum og hár-cortex, soleiðis at hárið far anti-aldrandi eginleikar. Hetta viðlíkaheldur eisini hárstyrki og fyribyrgir UV skaða.
Úrdráttur úr ingifer rótum gera hárið bleytt og styrkir hárið frá hárbotni til hárendar.
Olja úr natúrligari sólblómu og moringa fræi veitir natúrliga verju móti avliting, turki og skaðandi effekt frá sólstrálum.
Serstakt viðlíkahaldstilfar dekkar hárskaftið til, so tað gevur nýggjan fuktleikar og verjir móti litfáning av sólini.