Foundation Mist

kr.285.00

Ein vektleysur máti at grunda títt hár, so tú fært frískari stíl í hárið. Hetta føðslugóða pístrið gevur glans og loysir fløkjur – samstundis sum tað veitir anti-statiska termoverju og gevur hárinum betri heilsu.

1 á goymslu

Bólkar: , ,

Vørulýsing

NÝTSLUHÁTTUR

  • Spræn á turt ella vátt hár, áðrenn tú stílar hárið – ella nær sum helst, sum ein stíl-uppfrískari 

FYRIMUNIR

  • Ein vøra, ið kann brúkast til mangt og hvat – bæði sum grundara og generelt hársmyrsl.
  • Vektleyst framleitt og gevur anti-statiskar fyrimunir
  • Høgt innihald av proteinum, bloytingarevnum og viðlíkahalds-eginleikum.

INNIHALD

Úrdráttur úr geranium, lavendil og kamillu fuktar hárið blítt, so hárið áhaldandi sær sunt og hydrerað út.
Úrdráttur úr grønum te styrkir hárið og er sera føðslugott. Forðar lokkunum at slítast og verjur hárið frá umhvørvisligum skaða.
Pro-Vitamin B5 ger hárið mjúkt, fuktar og styrkir tað, samstundis sum tað byggir fyllu, økir um glans og ger hárið lættari at arbeiða við.
Fleirlagað UV verjuskipan veitir langtíðarvarandi UV verju og verjur hárlitirnar frá skaðandi effektum frá sólini.
Cetrimonium klorid veitir viðlíkahald og anti-statiskar eginleikar.

Wauw
Yvirskipað um farspor (cookies)

Vit nýta farspor (cookies) á heimasíðuni fyri at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.