Curl Control Silkening Creme
kr.340.00
Við javnvági í styrki og fukti, er hetta silkilíka kremið fantastiskt til at glíða gjøgnum hárið og er tað sera fruktargott gott við sínum innihaldi av avokado-, aprikosu- og kokusolju. Hetta ger krúllurnar meir sjónligar og heldur hárstílurin nógv longri.
Útselt
Vørulýsing
NÝTSLUHÁTTUR
- Koyr í hárið meðan tað enn er eitt sindur vátt, so krúllurnar gerast enn sjónligari. Lat tað luftturkast, um tú ynskir klárari krúllur, ella við hárturkari fyri meiri fyllu.
FYRIMUNIR
- Krúllurnar verða klárari, við betri javnvági í styrki og fukti
- Hydrerar krúllurnar
- Gevur hárinum silkilíka kenslu og útsjónd
- Verjur og styrkir hárið
INNIHALD
Oribe Signature Complex (Vatnmelón, litchi og edelveiss blóma) verjir hárið frá oxidativum stressi, aldrandi útsjónd og versnan av natúrligum keratin, samstundis sum tað verjur hárið fyri uppturkandi, skaðiligum evnum.
Blanding av polymer gevur hárinum meiri javnvág, so tað ikki verður purlut men stílreint.
Olja úr kokusnøt otar seg inn á børkin (cortex), so hárið heldur seg hydrerað og bleytt, samstundis sum tað forðar fyri at tað brotnar.
Avokado olja er kend fyri at vera rík í vitaminunum A, B, D og E. Er fruktargott fyri hárið og goymir væl fuktin.
Aprikosu olja ger hárbotnin sunnan, og annars hárið sum heild.
Jojoba olja otar seg inn á hársekkin, so hárið verður styrkt frá innast til uttast, samstundis sum hárið var elastisitet og glans.
Panthenol gevur hárinum natúrligan tættleika og økir um fyllu í tunnum hári.
Argan olja ger hárið lætt skínandi og mjúkt. Inniheldur antioxidantar, sum verja og styrkja hárið. Tað ger standin á hárinum sterkari, lættari at fáast við og seta.