Bright Blonde Conditioner For Beautiful Color
kr.395.00
Fá nýggja glæmu og ljós í títt hár. Hetta føðslugevandi, blákollu balsamið, fær messinglit og gular tónar í rættlag, samstundis styrki, mjúkleiki og glans verður alt endurnýggjað.
4 á goymslu
Vørulýsing
NÝTSLUHÁTTUR
- Koyr í hárið, lat sita (í minst ein minutt) og reinsa so úr.
FYRIMUNIR
- Fuktar gott og endurnýggjar elastisitetin í hárinum
- Gevur ljósa glæmu og beinir burtur messinglit
- Ger tað lættari at loysa fløkjur og fyribyrgir hartil brot á hárinum
- Kann nýtast dagliga, so tú fært ljósari tónar í hárið
INNIHALD
Oribe Signature Complex (Vatnmelón, litchi og edelveiss blóma) verjir hárið frá oxidativum stressi, aldrandi útsjónd og versnan av natúrligum keratin, samstundis sum tað verjir hárið fyri uppturkandi, skaðiligum evnum.
Rein blákollu litevni beina burtur messinglit og gular tónar frá blond hári. Ger hárið deiliga ljóst og gevur tí deiligan glans.
Ljósgevandi complex (sitrón, ingiferrót og úrdráttur úr kamillu) ger hárlitin klárari.
Blanding av oljum úr piparrótstræi, baobab, gyltgulari blómu og shea feitti gevur góðan javnvág í hárið. Styrkir natúrliga fuktin í hárinum, uttan at hárið verður tyngri ella flatt.
Sveisiskt garðkarsikál hevur nógva phyto-føðslu og aveitrar. Verjir hárið frá stress faktorum og dálkingarevnum. Veitir natúrliga oxidering, ið hjálpir við at viðlíkahalda hárlitin.
Úrdráttur úr lavendil gevur góða føðslu til illa viðfarið og broyskið hár, samstundis sum tað viðlíkaheldur hárið og gevur glans.
Fleirlagað UV verjuskipan veitir langtíðarvarandi UV verju og verjur hárlitirnar frá skaðandi effektum frá flúrglógvandi ljósi.