Vísur øll 5 úrslit

  • Bitter Almond Shaving Cream

    kr.230.00

    Rakisápan við mandlukremi frá Solomon, angar av beiskum mandlum og frískari appilsin, ið vekir fornar luktir av sterkari jørð, ið er rík av siðvenju. Nýtir tú hetta kremið, tryggar tú tær eina vætaða og bleyta húð, enntá beint eftir, at tú hevur rakað tær. Høga innihaldið av søtari mandluolju og eini krystalblanding av vætu, ger at húðin verður varðveitt við eini náttúrligari vernd, ið minkar um vandan av flus, ið ofta er eitt tekin um skeiva framferð undir raking. 

    Rakisápan er væl egnað til øll, enntá til sera viðkvæma húð. 

    Nýt eina lítla nøgd av sápu saman við einum skeggjakusti í eini skál, ið stuðlar undir tilgongdini. Vit viðmæla at nýta Solomon`s Bitter Almond Pre Shave, saman við sápuni. Hetta vil fyrireika húðina og lætta um sjálva rakingina, og fyribyrgja skursl og kut.

  • Detox Lotion Agister

    kr.230.00

    Agister hárkremið virkar reinsandi. Við hjálp frá Te træ olju minkar kremið um flus, óreina húð og skriða. Úrdráttir frá Rósmarin og Ljósareyðum pálma, hava eina djúpa reinsandi og sissandi ávirkan. 

    Hetta hárkremið egnar seg til tann, ið hevur tørv á at basa flus og óreina húð.

    Vaska tær um hárið, dubba hárið turt og spreyða kremið í hárbotnin. Massera hareftir og halt áfram at turka hárið. Kremið skal ikki skolast úr aftur. Tað verður viðmælt at nýta kremið 2-4 ferðir um vikuna í 4-6 vikur tilsamans. 

  • Pre Shave Oil

    kr.200.00

    Pre shave oljan er serligani gjørd til raking. Føðsluríka oljan er før fyri at gera skeggið bleytt, ið lættir um rakingina. 

    Oljan smidligger skeggið og virkar fyribyrgjandi fyri húðtrupulleikum. Oljan egnar seg til allar húðtýpur. Hon hóskar bæði til dagliga nýtslu og til raking, ið bert er av og á. 

    Væta andlitið við vatni. Lat 5 dropar í lógvan og massera varisliga andlitið, lat síðan Pre shave oljuna virka í eina lítla løtu, áðrenn tú rakar tær. 

  • Scrub – Absinthe Detox Facial Scrub

    kr.230.00

    Absinthe Detox Facial Scrub, er eitt fleirvirkið gelé, ið vætar, styrkir, iltar og reinsar húðina. Eftir at tú hevur nýtt geléið, vil húðin kennast tættari og reinari.

    Geléskrubbið egnar seg til øll, serliga um tú stríðist við óreina húð og døkkormar. 

    Nýt geléið eftir at hava reinsað andlitið, og massera í sirklar. Lat geléskrubbið sita í nakrar minuttir og skola síðani við heitum vatni. 

  • Shaving Soap Bitter Almond

    kr.220.00

    Hondgjørda raki sápan frá Solomon er samansett av tilfari, ið gevur eitt vakurt, javnt hvítt skúm, ið er tjúkt og fast. Sápan vætar húðina, og ger húðina bleyta og mjúka. 

    Sápan hóskar seg til alla húð, umframt sera viðkvæma húð.

    Vit mæla til, at tú skerur eitt lítið petti av sápuni, og letur tað í eina skál. Tak síðan rakibustina, væta hana við heitum vatni og byrja at píska sápuna í skálini. Breið at enda sápuna við bustini á tað økið, ið skal rakast.