Vísur 1–12 av 25 vørum

  • Altais Beard Balm

    kr.230.00
  • Altais Beard Oil

    kr.270.00

    Skeggoljan frá Solomon angar av villum moskus og fruktkendum blómum, blandað við sedrisviði. Navnið Altais stavar frá eini sera bjartari stjørnu – Oljan fær skeggið at skína. 

    Oljan er væl egnað til skegg yvirhøvur, og serliga væl egnað til slitið skegg.  

    Nýt nakrar fáar dropar av Altais skeggoljuni, til fuktugt ella turt skegg. Hita droparnar í lógvunum, og gníggja tað í alt skeggið.

  • Ambler Voks

    kr.190.00
  • Beard Balm Black Pepper

    kr.230.00
  • Beard Balm Japanese Sandal

    kr.230.00
  • Beard Oil Japanese Sandal

    kr.230.00

    Skegg oljan frá Solomon við heitinum Japanskur sandalviður, er gjørd burturúr náttúrligum oljum. Oljan er lívgandi og hon verjir húðina móti kulda. Oljan angar av viði og nøkrum undirtónum av blómum.

    Nýt nakrar fáar dropar av hesi oljuni, og skeggið verður verandi sunt, og varðveitir sín góða lit og fær ein mildan góðan anga. 

    Oljan egnar seg til alt skegg – serliga tað, ið er útsett fyri óreinari luft, UVA strálum ella støvi. 

    Vit mæla til at nýta nakrar fáar dropar, mýk síðan á vætað skegg fyri at greiða og seta skeggið. Fyri at fáa skínandi skegg, nýtur tú nakrar dropar á turt skegg. 

  • Beard Oil Vanilla & Wood

    kr.230.00

    Vanilju & træ skegg oljan frá Solomon er samansett av náttúrligum oljum. Oljan verjir og slættar húðina. Vanilja virkar sissandi, og hevur ein reinsandi virkna. 

    Oljan er samansett av harpiks, ið er tikið úr úrvaldum viði, ið hevur førleikan at styrkja skeggið.

    Oljan egnar seg til alt skegg – Serliga væl til purlut ella ývið skegg, og skegg, ið er útsett fyri kulda.

    Fyri at bleytgera og greiða skeggið viðmæla vit at nýta nakrar fáar dropar, og mýkja oljuna á vætað skegg. Fyri at fáa skínandi skegg, viðmæla vit at nýta nakrar fáar dropar á turt skegg. 

  • Beard Soap Black Pepper

    kr.220.00

    Solomonsa Black Pepper shampoo, er samansett úr náttúrligum oljum og hevur ein lívgandi, stimbrandi og frískligan virkna. 

    Shampooið er endurnýggja við eini nýggjari uppskrift, ið ger tað uppaftur umhvørvisvinarligari. Tað hjálpir við at reinsa burtur deyða húð, og stimbrar við at geva húðini ilt og føðslu. Húðin fær ein mildan anga.

    Shampooið hóskar til alt skegg, serliga tað, ið verður vaskað oftani. 

    Tað verður viðmælt at nýta eina lítla nøgd av shampoo á vætað skegg. Mýk síðan varliga, skola væl, turka og greið.

  • Beard Soap Japanese Sandal

    kr.220.00
  • Bitter Almond Shaving Cream

    kr.230.00

    Rakisápan við mandlukremi frá Solomon, angar av beiskum mandlum og frískari appilsin, ið vekir fornar luktir av sterkari jørð, ið er rík av siðvenju. Nýtir tú hetta kremið, tryggar tú tær eina vætaða og bleyta húð, enntá beint eftir, at tú hevur rakað tær. Høga innihaldið av søtari mandluolju og eini krystalblanding av vætu, ger at húðin verður varðveitt við eini náttúrligari vernd, ið minkar um vandan av flus, ið ofta er eitt tekin um skeiva framferð undir raking. 

    Rakisápan er væl egnað til øll, enntá til sera viðkvæma húð. 

    Nýt eina lítla nøgd av sápu saman við einum skeggjakusti í eini skál, ið stuðlar undir tilgongdini. Vit viðmæla at nýta Solomon`s Bitter Almond Pre Shave, saman við sápuni. Hetta vil fyrireika húðina og lætta um sjálva rakingina, og fyribyrgja skursl og kut.

  • Black Pepper Beard Oil

    kr.230.00
  • Cream – Absinthe Defense

    kr.230.00

    Hetta kremið gevur vælveru og verju til húðina. Húðin gerst sjónliga sunnari og slættari. Tað reinsar feittuta húð og húðin kemur í røttu javnvág. Tað tryggjar eina lætta mylking, ið endurskapar ta náttúrliga mynstrið í húðini. Kremið langtíðar vætar og betrar um upptøkuna av virknum evnum, ið mótarbeiðir irritatión og styrkir harðbalni á húðini.

    Kremið egnar seg til allar húðtýpur, enntá sera viðkvæma húð. 

    Tað verður viðmælt at vaska andlitið væl við heitum vatni. Hita eina lítla nøgd av kremi í lógvunum, smyr síðan á andlit og háls. Massera til alt kremið er arbeitt inní húðina, best er at nýta kremið um morgunin ella um kvøldið.