Wauw Brúðarhár

Við nærlagdum hondum fríðka við tær hárið á stóra degnum.

1. Brúðarhár

Brúðarhár fellur okkum sum list og vilja vit stremba eftir tínum dreymahárið við nærlagni og kreativitetið

2. Samband

Er dagsetingin til stóra dagin funnin, so kanst tú seta teg í samband við okkum á tlf: 222888, vit hjálpa tær fegnar.

3. Stað

Kundi tú hugsa tær at vit komu heim til tín, so kann tað væl lata seg gera, eins og at vit kunnu vera á hátfríðkunnarstovni.

  • Brúðarhár við royndartíma 2500,-
  • Brúðarhár við royndartíma hjá einum næmingi 1800,-
  • Brúðarhár við royndartíma hja Áslu 3200,-
  • Brúðargentu uppsetan 850,- (uttan royndartíma)
  • Haruppsetan hjá avvarandi familju hjá brúðurini 550,-
  • Brúðarmakeup við royndartíma 950,-
  • Makeup uttan royndartíma 485,-

  • Best er at ringja til okkara á tlf: 222888 og bíleggja tíð. Á tann hátt fáa vit best vegleitt teg til tey røttu tíðspunktini baði til royndartíma, men eisini til sjálvan brúðardagin, soleiðsi at alt gongur upp í eina hægri eind, baði við hárfríðkara og makeup artisti.

Inni hjá okkum eru allar sjálvlærdar innan makeup, men hava baði Durita og Vár ógvuliga gott eyga fyri hvat rørur seg innan sminkuheimin. Her er man í tryggum hondum, serliga um man velur at koma til ein royndartíma har man far práta um ynskir og roynt makeupina lættligani.

Eisini samstarva vit fegnar við makeup artistar útifrá, og um hetta er ein av tínum ynskjum, leggja vit tað tilrættis í felag.

  • Tá verður hárið leystliga skitserað, so vit vita hvat skal gerast á sjálvum degnum, og hetta er tí ikki ein full uppsetan eins og á brúðardegnum. Hetta er fyri at skapa ró hjá báðum pørtum, soleiðis at brúðurin fær sítt ynski uppfylgt, men mest av øllum, so frisørin veit hvat hon skal gera og hartil fær loyst uppgávuna til fulnar á stóra degnum.
  • Tað sama er galdandi við makeup, royndartími er ein løtt skitsering og ikki ein fullgjørd makeup.
  • Her áleggja vit 550 krónur í meirkostnaði fyri hvønn mista tíma vit missa í arbeiði á hárfríðkunnarstovuni.
  • Um familja eisini skal fríðkast, so kann hetta eisini gerast eftir avtalu.
  • Ynskja tit fleiri hendur á staðið, so kann hetta eisini loysast sambært avtalu

Velur tú hesa loysnina, so ert vert at hava í huga:

Vit seta prísin væl niður, um tú gert brúðarhár hjá einum av okkara lærlingum. Á okkara hárfríðkanarstovu leggja við stóran dent á at menna lærlingarnar innan øll øki, so tí eggja vit teimum, sum hava dirvið, at gera brúðarhár. Velur tú hesa loysnina, mást tú vera tilvitað um, at tú ert partur av menningini hjá lærlinginum. Tó so, so skalt tú væntað at fáa brúðarhárið, ið tú ynskir, og tú ert í tryggum hondum. 

Hetta eru vit

Ásla hevur drúgvar royndir í kreativa mótaheiminum og tað fellur henni natúrligt at gera brúðarhár. Tveir tímar verða settir av til fríðkan av hári, sum samstundis er ein løta, ið er friðsæl og hugnalig. 

GG: Tað ber ikki til at bíleggja longur enn 3 mðr. frammanundan í løtuni hjá Áslu.

Jensa er útbúgvin hárfríðkari og samlar sær enn erfaring innan brúðarhár. Við dygd og nærlagni ferð hon hugalig og evnarík til verka og tryggjar hon sær at tú følir teg væl og hoyrda, soleiðis at tit røkka tínum dreyma hárið á stóra og minnisríka degnum.

Durita er næmingur á fjórða árið og hevur hon eitt gott eyga fyri uppsetan og makeup.
Tað kann tykjast nervapirrandi og leggja eitt ávíst trýst á, men Ásla heldur at nærlagni og kreativa lyndið hjá Duritu skal ikki goymast burtur, tí undir eitt sindur av trýsti avrikar hon best og lærir mest.


Vár er næmingur á annað árið, hon er ung, men evnarík og í fullum spíra. Áhugin drívur verkið, tí henni dámar sera væl at leggja makeup og fáast við lættar uppsetanir og hevur hon eitt sera gott eyga fyri hesum. Vit fjala ikki evnin burtur hjá okkara ungu blómum, ið eru í læru og hesum kanst tú gera tær dælt av.